Sjálvgreiðslan
Skriva út
Events
Lagt út: 31.10.19
Umsóknarfreist: 16.11.19

Lærlingur til Events/Rákið

Vit leita eftir einum lærlingi til handlar okkara, sum liggja í miðbýnum.

Events og Rákið selja móta til bæði ung sum eldri.

Arbeiðið fevnir í stóran mun um kundaráðgeving og sølu.

Men tú fært eisini innlit í innkeyp, marknaðarføring og annað spennandi Vit kunnu bjóða tær eitt lærupláss í einum handli, sum hevur nógv at gera og tú fært ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum.

Vit legga stóran dent á, at veita okkara viðskiftafólki eina góða uppliving og eina góða tænastu.

Løn sambært lærlingasáttmála hjá S&K.

Førleikakrøv 

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvi- og samskiftisevnir
  • ert fyrikomandi
  • ert arbeiðssom, álítandi og røkin

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan handil, men tað er ikki eitt krav.

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at ringja til Hallu á tlf. 281441.

Umsóknir skulu sendast til hallagullfoss@gmail.com

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.