Sjálvgreiðslan
Skriva út
Søstrene Grene
Lagt út: 02.10.19
Umsóknarfreist: 19.10.19

Lærlingur og skúlahjálp til Søstrene Grene

Søstrene Grene leita eftir einum nýggjum starvsfólki og einum lærlingi at byrja hjá Søstrene Grene í SMS.

Hevur tú hug at fara í læru ella arbeiða sum sølufólk í einum spennandi og avbjóðandi handli? So er hetta júst nakað fyri teg.

Vit leita eftir skúlahjálp – og einum lærlingi til handil okkara í SMS.

Fyri okkum snýr tað seg um at geva viðskiftafólki okkara eina góða uppliving, og tí leita vit eftir starvsfólki, sum vilja kýta seg fyri at røkka júst hesum málinum. Talan er um eitt starv í eini sera spennandi fyritøku, sum fevnir víða, og tí eru góðir menningarmøguleikar í starvinum.

Arbeiðsuppgávur

• At hjálpa og vegleiða kundum okkara og veita eina góða tænastu
• At halda handilin áhugaverdan, ruddiligan og snotiligan

Tað vænta vit av tær
• At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
• Hevur eyga fyri at halda handilin snotiligan og tryggja, at framsýningarnar altíð eru áhugaverdar og á høgum støði.
• Er liðilig/ur og smidlig/ur, tá tað er neyðugt – og dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
• Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.

Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvi umframt góðar og dugnaligar starvsfelagar.

Vilt tú vita meira, ring til Petur S. Thomsen, handilsleiðara, á telefon 79 22 79.

Send tína umsókn til starv@skalkur.fo., um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.

Starvið verður sett sum skjótast.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.