Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Skemman
Lagt út: 14.01.20
Umsóknarfreist: 01.03.20

Lærlingar til Skemmuna

Vit leita eftir tveimum lærlingum, ið eru klár til allar avbjóðingar, dáma væl at selja, eru samstarvsfús, duga væl at arbeiða sjálvstøðugt, eins væl og í toymi, eru fyrikomandi, arbeiðssom og altíð klár at rætta eina hjálpandi hond.

VIT BJÓÐA TÆR:

  • møguleika fyri altjóða útbúgving
  • eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi avbjóðingum
  • spennandi smásøluútbúgving

Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá S&K.

YRKISFØRI OG FELAGSSKAPUR Í FRAMÚR GÓÐUM UMHVØRVI:
JYSK/SKEMMAN er ein av teimum heilt fáu fyritøkunum í Danmark, ið hevur teirra egna skúla. JYSK Academy, ið er skúlin hjá JYSK, er á gistingarhúsinum hjá Lars Larsen í Himmerland, hann liggur kringsettur av einari ómetaligari flottari náttúru, og tað er nakað av tí, ið ger skúlagongdina til nakað heilt serligt. 

Sigast skal, at skúlagongdin fyllir nógv, og at ein hevur nógv at læra, men tað verður lønt aftur í frítíðini, tí tá hevur ein møguleikan at royna teir mongu hentleikarnar, ið eru, m.a. vatnland, golf, wellness og borðfótbólt.

Hetta gleða lærlingarnir seg ofta til, og tað er nakað, ið gleðir okkum, tí hjá okkum verður felagsskapur settur í hásætið. 

KRØV
Fyri at gerast lærlingur í Skemmuni krevst FHS-útbúgving ella onnur miðnámsútbúgving. 

HEVUR HETTA TÍN ÁHUGA, SEND SO EINA SKRIVLIGA UMSÓKN TIL:
SKEMMAN
Staravegur 7
Postboks 3278
110 Tórshavn

ella á teldupost: dan.hansen@skemman.fo.

Umsóknarfreistin er 01.03.2020

MEIRA FÆST AT VITA
um læruplássið við at ringja á tel. 558888 og spyrja eftir Dan Hansen ella send ein teldupost til dan.hansen@skemman.fo.

KUNNING UM SKEMMUNA:
Jákup á Dul Jacobsen stovnaði P/F Skemman 2. oktober 1986. Handilin var tá á Smyrilsvegi 7, har handilin helt til tey fyrstu 10 árini. Í 1996 bleiv flutt yvir á Staraveg 7, har Skemman er í dag. Hesi hølini vóru væl størri, enn har Skemman byrjaði, hetta gav størri møguleikar fyri at økja um úrvalið.

Skemman hevur eitt sera fjølbroytt vøruúrval, hvørs høvuðsøki eru: dýnur, seingjarklæðir, handklæðir, madrassur, møblar, summarmøblar og meturvøra.

Í Skemmuni starvast 18 fólk fulla tíð umframt fólk eftir skúlatíð. 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.