Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Borg
Lagt út: 21.04.21
Umsóknarfreist: 20.05.21

Lærlingar til Borg

Ein til byggibúðina í Tórshavn og

Ein til timburdeildina í Runavík

Lærlingur í Borg
Sum lærlingur í Borg kemur tú eitt fet nærri eini útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.
Ein útbúgving í Borg gevur tær eitt arbeiði og eina framtíð saman við menniskjum og spennandi avbjóðingum.

Vit tryggja, at tú fært nógvar avbjóðingar, sum menna teg bæði persónliga og fak­liga, og fyrireika teg til eitt spennandi lív í handilsgreinini.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum.

Fjølbroyttur gerandisdagur
Hjá Borg kanst tú millum annað arbeiða við sølu, útrokning av tilboðum, lating og klárgering av tilfari og ráðgeving til kundar.

Borg hevur eitt toymi á 68 folk við timbur-, amboðs- og køksdeild, har allar deildirnar dagliga hava eitt tætt samstarv.

Hevur tú HH/Búskaparbreyt ella FHS, ert jalig/ur, hevur lætt sinni og ert áhugað/ur í at arbeiða og læra, so send okkum eina umsókn.

Freistin at søkja er hósdagin 20. mai 2021.

Vit bíða fegin eftir rætta lærlinginum til at byrja í summar 2021.

Ynskir tú at vita meira um læruplássini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leonu Nilssen,  á telefon 237295 ella t-post hr@borg.fo

Send umsókn til:

Borg XL Byg
Fjøruvegur 5
620 Runavík
Att: HR deildin

Ella á t-post: hr@borg.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna