Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F SMS
Lagt út: 10.09.19
Umsóknarfreist: 27.09.19

Kom og ver partur av okkara toymi í eini spennandi tíð í Føroya nýggja matmekka!

Miklagarður fær eina umfatandi dagføring við hópin av nýggjum vørum og upplivingum til kundan. Til hetta tørvar okkum starvsfelagaðar sum brenna fyri at geva kundum okkara heimsins bestu tænastu.
Vit vænta, at tú...
· skilur týdningin av góðari kundarøkt
· dugir at arbeiða sjálvstøðugt
· ert fyrikomandi og nærlagdur/løgd
· ert til reiðar at geva kundanum ein góðan dag

Løn og treytir
Løn og setanartreytir sambært S&K sáttmálanum.
Arbeiðsvikan er 40 tímar.
Vit bjóða tær...
· góðar, smidligar arbeiðstíðir
· góðar starvsfelagar
· eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum.
· at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi
· møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt geva títt íkast til virksemi okkara.

Spurningar og viðmerkingar?
Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt. Tilber at senda inn umvegis frymilin her á síðuni ella via teldupost á miklagardur@sms.fo

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Regin W. Dalsgaard á tlf 34 19 15.
Send tín umsókn her
Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.