Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hotel Brandan
Lagt út: 11.09.19
Umsóknarfreist: 14.10.19

Køksleiðari til Hotel Brandan

Nú nærkast tað til okkara 4-stjørnað og grøna hotell, Hotel Brandan letur upp, og tí søkja vit eftir einum dugnaligum Køksleiðara.

Í hesum starvinum kemur tú a menna og góðskutryggja og seta títt eyðkenni á matskránna.

Uppgávur

Tú hevur høvuðsábyrgd av køkinum, bilegging og góðskutrygging av vøru. Harumframt kemur tú at:

  • Menna og skipa køkin, mannagongdir og matskráir
  • Menna og skipa catering
  • Upplæra og geva íblástur til starvsfólkini
  • Taka tær av dagliga rakstrinum og optimera innkeypið
  • Gera vaktarskema
  • Vera við til vikuligar leiðslufundir og verður partur av leiðslutoyminum

Tín vangamynd

Tú er ágrýtin og dugir, ellla hevur hug at læra, at reka ein køk bæði fíggjarliga og fyrisitingarliga. Tínar uppgávur verða fjøllbroyttar bæði í køkinum og á skrivstovu.

  • Hevur kokka útbúgving
  • Ert ágrýtin og trívist í einum livandi umhvørvi
  • Tú ert eldhuga/ður fyri at gera mat og tryggja góða góðsku
  • Tú ert von/vanur at arbeiða breitt við fleiri ymiskum matarskráðum
  • Dugir at leiða og skapa eitt gott samstarv ímillum starvsfólkini

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvið verður sett eftir avtalu.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 14. Oktober 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørðar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost á hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk ”Køksleiðari til Hotel Brandan”.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Janus Einar Sørensen, Chief Executive Chef, á teldupost jebs@hotelbrandan.fo ella á tlf 235919.

Hotel Brandan letur upp í mai 2020. Hotel Brandan verður eitt 4-stjørnað hotell við 124 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Hotel Brandan er partur av hotell samtakinum hjá Smyril Line (P/F Hotel Hafnia).

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.