Sjálvgreiðslan
Intersport Thomas Dam
Lagt út: 27.06.19
Umsóknarfreist: 30.07.19

Intersport Jónas Broncks gøta søkir eftir sølufólki

Tú veitst, at gott samstarv við dugnaligar felagar er leiðin fram.

Samtstundis ert tú íðin og hevur áræði – serliga í meldurstíð.

Vit vænta umframt, at tú hevur hug at fylgja við í gongdini í altjóða klædna- og ítróttarmótanum.

Vit bjóða tær ein spennandi yrkadag við avbjóðingum og góðum karrierumøguleikum.

Haraftrat stremba vit eftir altíð at síggja til, at tín førleiki og motivatión eru í toppformi.

Vit kundu hugsað okkum at havt gleði av tær 40 tímar um vikuna og annan hvønn leygardag.

Hjá INTERSPORT vilja vit duga best at tæna ítróttarfólki við tí bestu vøruni og tí bestu leiðbeiningini.

Vit eru ein partur av heimsins størstu ítróttarketu við meira enn 5.400 handlum í 42 londum.

INTERSPORT er ein av Føroya størstu ítróttarhandlum.

Vit hava tríggjar handlar, og vit eru í fúkandi menning.

Hevur tú hug og evnir til at vera ein virðismikil ráðgevi og hjálpari hjá okkara kundum, so lat okkum hoyra frá tær.

Send tína umsókn til Joan á joan@intersport.fo í seinasta lagi 30/07-2019.

Verður tað tú, ið kemur við á liðið, vænta vit, at tú kanst byrja í august.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.