Sjálvgreiðslan
Valdemar Lützen Byggibúð
Lagt út: 04.07.19
Umsóknarfreist: 01.08.19

Handilslærlingur til Valdemar Lützen Byggibúð

 

  • Handilslærlingur við sergrein innan Byggibúð

Kundi tú hugsa tær at lært alt um amboð meðan tú fær handilsútbúgving? Vit leita eftir einum fittum og røskum handilslærlingi til Byggibúð okkara í Tórshavn.

Um læruplássið

Tú kemur at starvast í handli okkara á Skálatrøð í Tórshavn og tú verður partur av einari fyritøku, ið setur tænastu og vitan fremst. Tú fær góða upplæring innan øll økir í handilsvirkinum og kemur eisini at taka læruskeið á skúla í Danmark. Uppgávur, ið tú kemur at røkja sum handilslærlingur eru millum annað at:

  • Vegleiða og avgreiða kundar í handli okkara
  • Taka ímóti og avgreiða ordrar frá okkara vinnukundum
  • Bíleggja vørur til handil og goymslu

Gjøgnum hesar uppgávur kemur tú at læra um øll økir innan byggibúðir, m.a. el-amboð, hondamboð, øll sløg av skrúvum og boltum til byggivinnuna, men mest av øllum kundatænastu.

Tín vangamynd

Kundin er miðpunktið í virksemi okkara og tí ynskja vit at tú:

  • Er blíð/ur av lyndi og hevur lætt við at tosa við fólk
  • Er virkin, røkin og hevur eyga fyri einari penari vøru-uppstilling
  • Tú trívist at arbeiða í toymi
  • Dámar at arbeiða í høgari ferð við skiftandi uppgávum

Setanarviðurskiftið

Lærutíðin er 2 - 4 ár, alt eftir um tú hevur útbúgving frammanundan. Læruplássið verður lønt sambært S&K sáttmálanum.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 01. august 2019 tó kann starvið setast fyrr um rætti viðkomandi verður funnin. Umsóknir kunnu sendast við telduposti saman við møguligum prógvum til vlb@vlb.fo

 

Hevur tú spurningar um starvsplássið og lærutíðina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Lützen, stjóra, á tlf. 213536 ella við teldupost á vlb@vlb.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.