Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Nema
Lagt út: 11.02.20
Umsóknarfreist: 28.02.20

Handilslærlingur til handilin í Klaksvík

Vit søkja eftir lærlingi til handilin hjá okkum í Klaksvík. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at selja og at hjálpa kundum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.

STARVIÐ
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir ráðgeving og sølu av kt, tele og skrivstovulutum. Tú verður við í alskyns uppgávum so sum sølu og ráðgeving, telefon- og teldupostavgreiðslu, vøruframsýningum, marknaðarátøkum og nógvum øðrum spennandi uppgávum. Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á Stangavegi 53 í Klaksvík. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.


Tú hevur góðan læruhug, ert tænastusinnaður, vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum.

VIT BJÓÐA
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

FORVITIN?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jenny Næs á tel. 794 322 ella á jen@nema.fo.

UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Nema á hrdeildin@nema.fo ella til: Nema, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggdagain 28. feb 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.