Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kemilux
Lagt út: 24.03.20
Umsóknarfreist: 15.04.20

Handilslærlingur til Handilin hjá Kemilux

Kemilux søkir eftir einum handilslærlingi. Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast í handlinum og skúlagongd. Tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum fara at læra teg upp innan okkara vørur, tænastur og framleiðslu. Stórur dentur verður lagdur á kundarøkt og sølu í handlinum. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss við dugnaligum starvsfeløgum og góðum arbeiðsumstøðum.

Vit vænta, at tú

  •   hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu
  •   er tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  •   er eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggjar vørur
  •   er effektiv/ur og íðin at røkka ásettum málum
  •   hevur eygað fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
  •   hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur aðrar viðkomandi royndir

 

Vit bjóða tær

  •   eina spennandi og viðkomandi handilsútbúgving
  •   góðar umstøður fyri bæði fakligari og persónligari menning
  •   fjølbroyttir møguleikar innan sølu

 

Starvs- og lønarviðurskifti

Lærutíðin er:

  • 3 ár við FHS-prógvi
  • 2 ár við HH-prógvi

Starvsstaður er í Handilin á Hjalla 14, 188 Hoyvík.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K.

 Umsókn og freist

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. apríl 2020 og kunnu sendast til anntordis@kemilux.com.

Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Ann Tordis K. Hellisdal á telefon 210921 ella á t-post anntordis@kemilux.com.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.