Skriva út
Vel størv ...
- Øll Størv (108)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (2)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (13)
P/F Skemman
Lagt út: 07.01.21
Umsóknarfreist: 21.01.21

Handilslærling
Skemman leitar eftir Lærlingi, sum kann styrkja um toymð okkara. Hevur tú áhuga í sølu og at hava við viðskiftafólk at gera – so er hetta kanska nakað fyri teg.
Vit vænta, at tú:
- Dugur væl at arbeiða sjálvstøðugt, eins væl í toymi
- Ert arbeiðsamur/som
- Ert fyrikomandi
- Ert røkin og álítandi
Vit bjóða tær
- Áhugavert lærupláss, við góðum skúla í Danmark
- Spennandi smásøluútbúgving
Meira fæst at vita við at ringja til okkara á tel 555888 ella við at senda ein teldupost til starv@skemman.fo
Um skemmuna:
Jákup á Dul Jacobsen stovnaði P/F Skemmuna 2. okt 1986.
Skemman hevur sera fjølbroytt vøruúrval, størsti partur er: dýnir, seingjaklæði, handklæði, madrassir, summarmøblar og meturvøra.