Sjálvgreiðslan
Bereglon
Lagt út: 25.07.19
Umsóknarfreist: 30.08.19

Handilslærling til Berglon í Runavík og Klaksvík

Vit leita eftir handilslærlingum, til Berglon í Klaksvík og Berglon í Runavík.

Ert tú tann rættið til at arbeiða saman við okkum?

Vit kunnu bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi og góða upplæring.

  • Tú arbeiðir í miðal 40 tíma arbeiðsviku, døguraðsteðgurin er íroknaður tína arbeiðstíð.
  • Arbeitt verður í flextíð, soleiðis at tað er skiftandi hvussu vikurnar eru samansettar.
  • Tú arbeiðir í miðal annan hvønn leygardag
  • Tú hevur vanliga 1 til 2 frídagar um mánaðin ella onkrar stuttar dagar.

Skúlagongdin til útbúgvingina er á Glasi.

Um tú manglar handilsskúlafak vera tey tikin á Miðnám á Kambsdali.

Vit ynskja okkum næmingar, sum hava hug til at veita bestu tænastu

Vit ynskja at tú ert jalig/ur fyri broytingum og hevur áhugað at læra nýtt og tolir broytingar – stutt sagt hevur lætt við at tillaga teg arbeiðsuppgávur og umhvørvi.

Tú skalt tíma at seta teg inn í okkara vøruúrvæl, soleiðis at tú altíð kanst veita bestu tænastu Í lærutíðini fært tú ábyrgdarøkir, og harvið eisini ávirkan á tín arbeiðsdag.

Vit ynskja at tú tímir at taka eitt eyka tak tá tað er neyðugt, t.d. tá tiltøk eru í økinum ella í okkara handlum.

Eru spurningar, ring til Eyðvør Berg, 773013 Send okkum eina umókn á mail: eydvor@berglon.fo evni: umsókn um lærupláss.
Vit hyggja eftir umsóknunum so hvørt sum tær koma inn, og læruplássini vera sett leypandi fram til 30/8-19.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.