Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Maria Poulsen & co.
Lagt út: 08.10.21
Umsóknarfreist: 22.10.21

Goymslufólk

HVS handil okkara á Hálsi hevur tørv á einum goymslufólki, so kundar okkara framhaldandi kunnu fáa eina góða tænastu.

Starvið sum goymslufólk er eitt avbjóðandi starv, tí tað góða goymslufólkið kennir týdningin av at verða bindilið millum sølufólkini og kundan. Uttan dugnalig og álítandi goymslufólk ber ikki til hjá okkum at halda áfram at verða fremsti HVS veitari í Føroyum.

Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum skilir týdningin av góðari kundarøkt. Tú má megna at avgreiða kundar okkara sjálvstøðugt. At tú hevur royndir innan HVS ella Navision er sjálvsagt ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Eisini er gott, um tú hevur loyvi at koyra stóran lastbil og trukk, men tað er ikki eitt krav. Vit læra teg sjálvt sagt alt tað, sum tú hevur tørv á at duga.

Afturfyri so bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga, tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræði, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður.

Tað rætta goymslufólkið fær eina løn og setunartreytir, sum svara til førleikarnar.

Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Kjartan á Dul á tlf 71 20 00 fyri at hoyra nærri um størvini. Starvið verður sett, so skjótt tann rætti søkir, og umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna