Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Leif Mohr
Lagt út: 31.07.20
Umsóknarfreist: 24.08.20

Fyrstafloks handilslærlingur

Hjá Leif Mohr leggja vit okkum eftir at veita fyrstafloks vørur og fyrstafloks tænastu, tí leita vit eftir einum fyrstafloks handilslærlingi.

Okkara mál er púra óbroytt hesi 85 árini, ið vit hava verið til. Hetta hóast vit arbeiða innan eitt øki, har tøkniliga menningin er øgilig, og har okkara starvsfólk støðugt førleikamenna seg. Tí tað at veita góða tænastu verður ongantíð ómodernað.

Hevur tú hug at hjálpa okkum við at røkka málinum komandi árini, hava vit kanska eitt lærupláss til tín. Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan.

Tú fert at starvast í okkara handli á Hoyvíksvegi í Havn, har vit selja hvítvørur, el- og installatiónstilfar.

Vilt tú vita meira um starvið, set teg í samband við Leiv Holm, stjóra á tlf. 291 225 ella lh@lm.fo.  Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. august á lm@lm.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna