Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sheep
Lagt út: 13.07.21
Umsóknarfreist: 22.08.21

Fulltíðarstarv í SHEEP í Klaksvík.

Í samband við at Sheep í næstum letur upp nýggjan handil í Klaksvík, sóknast vit eftir einum starvsfólki at starvast fulla tíð.

Starvið fevnir serliga um kundarøkt, seta vørur uppá pláss, kassaavgreiðslu og annars at gera handilin innbjóðandi fyri viðskiftafólk okkara.

Vit vænta at tú:

  • Hevur eitt høgt tempo
  • Ert fyrikomandi og blíð/ur
  • Møtir rættstundis
  • Hevur áhuga at starvast í handli
  • Hevur eitt jaligt lyndi
  • Dugir at taka ábyrgd
  • Hevur góðan røkiskap
  • Ert kreativ/ur

Royndir innan handil er ein fyrimunur – tó ikki ein treyt.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um hetta er nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum títt CV og nøkur orð um teg sjálva/n til starv@sheep.fo Viðmerk “Fulltíðarstarv í SHEEP í Klaksvík”.

Umsóknarfreistin er hósdagin 22. August.

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn 😊

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna