Sjálvgreiðslan
Skriva út
FK Tórshavn
Lagt út: 22.05.20
Umsóknarfreist: 29.05.20

FK í Tórshavn søkir eftir fólki til handilin

Vit søkja eftir fólki til handil okkara í FK í Tórshavn, Dr. Jakobsensgøtu 4, at byrja skjótast gjørligt.

Vit vænta av tær:

• at tú hevur hollan kunnleika til handil frá núverandi ella fyrrverandi arbeiði

• at tú ert røkin, fyrikomandi, álítandi og trívist væl við nógvum og fjølbroyttum uppgávum.

Vit kunnu bjóða tær:

• fulltíðarstarv

• sjálvstøðugt og mennandi arbeiði

• gott arbeiðsumhvørvi

• løn sambært S&K sáttmálanum.

Meira fæst at vita um starvið við at støkka inn á gólvið ella ringja til tlf. 210648 og fáa eitt prát við Áka Jespersen, deildarstjóra. Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi innan 29. mai á teldupostadressu aj@fk.fo FK Tórshavn Dr. Jakobsensgøta 4

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.