Sjálvgreiðslan
Skriva út
Name It
Lagt út: 08.10.19
Umsóknarfreist: 26.10.19

Dámar tær barnamóta, ert tú smílandi og dámar tær at arbeiða sjálvstøðugt og at veita eina góða tænastu ?

So vilja vit fegin bjóða tær at gerast lærlingur í Name It.

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum handli, sum hevur nógv at gera og nógvar fittar kundar, sum vit dáma at hjúkla um. Fyri okkum snýr tað seg um at geva viðskiftafólki okkara eina góða uppliving, og tí leita vit eftir starvsfólki, sum vilja kýta seg fyri at røkka júst hesum málinum. Nýggj vøra kemur næstan hvørja viku og handilin verður javnan dagførdur og pyntaður, so hann er innbjóðandi.

Arbeiðsuppgávur
• At hjálpa og vegleiða kundum okkara og veita eina góða tænastu
• At halda handilin áhugaverdan, ruddiligan og snotiligan

Tað vænta vit av tær
• At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
• Hevur eyga fyri at halda handilin snotiligan og vera vit til at tryggja at handilin er dagførdur.
• Er liðilig/ur og smidlig/ur, tá tað er neyðugt – og dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
• Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.

Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvi umframt góðar og dugnaligar starvsfelagar.
Hevur tú áhugað fyri barnaklæðum og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, umframt at veita góða tænastu, so er tað tær vit leita eftir

Vilt tú vita meira, ring til Hannu Muller, á telefon 79 22 23.

Send tína umsókn til starv@skalkur.fo., um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.
Starvið verður sett sum skjótast.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.