Sjálvgreiðslan
Skriva út
FK í Hoyvík
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 27.09.21

Avloysari til kassan

Vit søkja eftir einum avloysara til kassan í FK í Hoyvík fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár, men møguleiki er at leingja setanina.

Vit vænta av tær at tú ert røkin, fyrikomandi, álítandi og trívist væl við nógvum og fjølbroyttum uppgávum.

Talan er um 32,5 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 8.30-16.00, og tú hevur frí hvønn leygardag.

Løn sambært avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Bent Lundsgaard, deildarleiðara í FK Hoyvík, á tlf. nr. 21 40 16.

Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til bl@fk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. september 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna