Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Hotel Hafnia
Lagt út: 08.01.21
Umsóknarfreist: 01.02.21

Yvirtænari til Hotel Hafnia

Dámar tær at taka ábyrgd og hevur tú áður starvast á hotel ella matstovum? Vit sóknast eftir einum yvirtænara at starvast fulla tíð. Talan er um eitt starv við skiftisvaktum, har tú kemur at starvast á okkara livandi hotelli í hjartanum í Tórshavn.

Vit bjóða
Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú kanst menna teg fakliga. Tú fær møguleika at seta tín á dám á dagligu gongdina á hotellinum og verður partur av leiðslutoyminum.

Uppgávur
Tú fær ábyrgd av Restaurant Hafnia, veitslum og fundarvirkseminum og kemur at virka fyri at gestir okkara fáa eina tænastu á høgum støði. Harumframt fær tú ábyrgd av upplæring, starvsvenjing og trivnað hjá starvsfólkunum. 

Tín vangamynd
Tær dámar væl at práta við fólk og megnar at veita eina góða tænastu. Tú hevur lætt við at taka ábyrgd í starvsfólkatoyminum, og er nærverandi og virkin í tínum gerandisdegi. Tú ert útlærdur tænari ella hevur tilsvarandi royndir innan tænastuvinnuna.

Setanartreytir
Løn er sambært avtalu.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk teldupostin ”Yvirtænari til Hotel Hafnia”. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi.

Umsóknarfreistin er 01. februar 2021

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Peter Hentze á tlf. 233146 ella teldupost ph@hafnia.fo 
_________________________________________________________________________________________________________________________

Um P/F Hotel Hafnia
P/F Hafnia fevnir um Hotel Hafnia, Katrinu Christiansen og Hotel Brandan. P/F Hotel Hafnia er partur av Smyril Line samtakinum.  Smyril Line rekur farleiðina ímillum Danmark, Føroyar og Ísland við Norrønu og Smyril Line eigur farmadeildina Smyril Line Cargo, sum hevur farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Akranes og Mykines, umframt flutningsfyritøkuna OCD.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna