Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hilton Garden Inn
Lagt út: 13.03.20
Umsóknarfreist: 20.04.20

Vit lata upp summarið 2020. Er tað tær, vit leita eftir?

Á nýggja, altjóða gistingarhúsinum Hilton Garden Inn Faroe Islands ganga vit høgt uppí okkara hjartaliga gestablídni, góðsku og tæntastu í heimsflokki.

Hilton Garden Inn Faroe Islands er eitt 4 stjørnu gistingarhús, ið hevur 130 kømur, matstovu, ráðstevnuhøli og vælveruøki.

Okkum tørvar hirju (oldfrúu), reingerðarfólk, húsavørð (til setan 1. maj 2020), yrkislærdar tænarar, tænaralærlingar, barrvørðar, móttøkufólk, móttøkulærlingar, kokkar og kokkalærlingar.

Vit kunnu bjóða eitt altjóða, fjølbroytt og professionelt arbeiðspláss, tí...  

  • Vit eru eitt eitt sterkt toymi við yrkislærdum starvsfólki, ið hava nógv ár á baki í ferðavinnuni.
  • Vit loysa uppgávurnar í felag, soleiðis at vit lyfta tænastuvinnuna á eitt høgt stig.
  • Vit eru eitt sterkt, altjóða brand við amboðum, har vit kunnu góðskutryggja tína upplæring og menning.
  • Vit hava hugsað um teg og tínar arbeiðsumstøður við at tryggja, at tú hevur røttu karmarnar at geva gestunum eina framúr góða tænastu

Vit vænta, at tú....

  • Ert fús/ur at taka ímóti okkara gestum og starvsfeløgum við einum smíli.
  • Ert til reiðar at læra meira um, hvussu tú kanst vísa okkara gestum hjartaligt gestablídni.
  • Forvirkið (proaktivt) vilt finna loysnir.
  • Trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv.
  • Kanst samskifta á føroyskum og enskum, tí á Hilton Garden Inn eru vit øll har fyri gestin.

Sentanartreytir
Løn og setanartreytir sambært galdandi sáttmála fyri ymsu fakbólkarnar. Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu í summar.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

Køksleiðari: Jákup Sumberg, tlf. 29 40 05
Móttøkuleiðari/reingerð: Thora Eyðunsdóttir Marr, tlf. 29 40 04
Matstovan/Barr: Rósa Maria Restorff, tlf. 29 40 06        
Húsavørður: Martin Restorff, tlf. 21 37 57

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 20. apríl 2020. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur okkurt av hesum størvum fangað tín áhuga? Send okkum tína umsókn við lívsrensli (cv), møguligum prógvum og viðmælum á starv@hiltongardeninn.fo

Viðmerk, hvat av størvunum, tú vilt søkir.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.