Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Smyril-Line
Lagt út: 29.01.20
Umsóknarfreist: 02.03.20

Tænastusinnaðir tænarar og barrvørðar til Norrönu

Dámar tær at hava skil á hvat gestunum tørvar og leggur tú dent á at góðskan av vøruni verður serverað við einum smíli?

Várið og okkara vælumtóktu tematúrar nærkast og tí hava vit úr at gera í okkara gesta- og tænastutoymi. Vit sóknast eftir framsøknum tænarum- og barrvørum, sum hava hug at verða partur av einum dagligdegi, ið bjóðar tænastu í heimsklassa til okkara ferðandi.

Eitt sindur um teg og starvið:

  • Tú hevur helst royndir sum tænari og/ella barrvørur
  • Tú trívist at arbeiða í einum toymi og hevur lætt at fella í prát við onnur
  • At smíla fellur tær lætt og tær dámar væl at hava yvirlit yvir vøruúrvali, so tú kann ráðgeva gestunum á bestan hátt
  • Tú nýtir at geva gestum okkara nýggjar upplivingar og títt jaliga lyndi er smittandi á tey rundan um teg
  • Tú er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum í kamari við starvsfelaga, og at manningarskiftið vanliga er 4. hvørja viku
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum

Umborð fært tú møguleika at royna teg á ymiskum barr- og matstovudeildum m.a. í the Diner, Naust, Skybar og Norröna buffét – og saman við tínum starvsfeløgum, verður tú eisini við til at halda økini rein.

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú kemur í samband við flestu gestir okkara og sleppur at menna teg innan tænastuøkið. Tú verður partur av einum stórum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Tú kemur at sigla 1:1, ið merkir, at starvast tú 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima.

Starvssetan
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá seinast í mars til seinast í oktobur, men møguleiki er at leingja starvssetanina.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 2. mars. 2020. Tú søkir við at senda tína umsókn v.m. til starv@smyrilline.fo. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar til størvini ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarar í Sales & Service, Lasse K. B. Nielsen og Vincent Jensen, á ssm@norrona.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.