Sjálvgreiðslan
Skriva út
Katrina Christiansen
Lagt út: 29.03.21
Umsóknarfreist: 25.04.21

Tænari til Katrinu Christiansen

Nú summarið nærkast, sóknast vit eftur tænara til okkara sjarmerandi matstovu, Katrinu Christiansen, at arbeiða frá mai til september 2021.

Vit bjóða
Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvið, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Tú verður væl móttikin og fært dugnaligar tænarar og kokkar at læra teg upp. Tú verður partur av einum royndum toymi, ið veitur tænastu á høgum støði, og dámar væl at hugna sær saman.

Uppgávur
Tín ábyrgd verður at virka fyri, at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði, umframt at:

·       Skapa hugnaligar karmar og fáa gestirnar at føla seg vælkomnar

·       Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matar- og drekkiskrá

·       Viðgera møguligar klagur frá gestum okkara skjótast gjørligt, og á ein jaligan hátt

·       Halda matstovuna reina og ruddiliga

Dagarnir eru skiftandi og spennandi við nógvum ymiskum uppgávum. Eisini kanst tú vænta, at vera biðin um at koma til arbeiðis við stuttum skotbrá.

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnað/ur, nærverandi, álítandi og hevur eitt ynski um at veita bestu tænastu til gestir okkara.

Setanartreytir
Løn er sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari til Katrinu Christiansen”.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Umsóknarfreistin er 25. apríl 2021.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Absalon Lydersen á tlf. 239290 ella teldupost al@hafnia.fo.

Um Katrinu Christiansen
Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Katrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna