Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hilton Garden Inn
Lagt út: 14.09.21
Umsóknarfreist: 30.09.21

Tænari í fast starv til Hilton Garden Inn

Hevur tú hug at arbeiða saman við okkum sum tænari? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit leita eftir einum persóni, sum ynskir eitt fulltíðarstarv.

Tú kemur at arbeiða í fastari vaktarskipan, har tú kemur at arbeiða nakrar dagar mitt í viku og annaðhvørt vikuskifti.

Vit kunnu bjóða eitt altjóða, fjølbroytt og professionelt arbeiðspláss, tí...

  • Vit eru eitt eitt sterkt toymi við yrkislærdum starvsfólki, ið hava nógv ár á baki í ferðavinnuni.
  • Vit loysa uppgávurnar í felag, soleiðis at vit lyfta tænastuvinnuna á eitt høgt stig.
  • Vit eru eitt sterkt, altjóða brand við amboðum, har vit kunnu góðskutryggja tína upplæring og menning. 
  • Vit hava hugsað um teg og tínar arbeiðsumstøður við at tryggja, at tú hevur røttu karmarnar at geva gestunum eina framúr góða tænastu.

Vit vænta, at tú....

  • Ert fús/ur at taka ímóti okkara gestum og starvsfeløgum við einum smíli.
  • Trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv.
  • Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur, strukturerað/ur og ikki bangin fyri at taka avgerðir.

Sentanartreytir
Løn og setanartreytir sambært galdandi sersáttmála (gistingarhús- og matstovusáttmálan) millum HAK og FAG.
Um tú hevur serligar viðkomandi royndir, verður lønin avtala okkara millum.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við F&B leiðaran Rósu Mariu Restorff, tlf. 29 40 06.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 30. september 2021. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Send okkum tína umsókn við lívsrensli (cv), møguligum prógvum og viðmælum á starv@hiltongardeninn.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna