Sjálvgreiðslan
Skriva út
Gist & Vist
Lagt út: 08.01.20
Umsóknarfreist: 31.01.20

Tænarar til The Tarv

Mynd hjá THE TARV

THE TARV sóknast eftir tveimum tænarum at arbeiða fulla tíð.

THE TARV er eitt grillhús undir Bryggjubakka í Havn við fiski, skeljadjórum og kjøti á matskránni.

Vit kunnu bjóða tær:

• Eitt spennandi og stuttligt arbeiðspláss í einari vaksandi vinnu.
• Góða upplæring og góðar karmar fyri menning innan tænarayrkið.
• Serkøna vitan um vín og mat.

Vit vænta, at tú:

• tímur at læra og menna teg innan tænarayrki.
• ert tænastusinnað/ur.
• ert fyrikomandi og ábyrgdarfull/ur.

Send eina umsókn til line@tarv.fo ella lilly@tarv.fo, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.