Sjálvgreiðslan
Skriva út
Katrina Christiansen
Lagt út: 02.06.21
Umsóknarfreist: 27.06.21

Tænarar til KATRINU CHRISTIANSEN

Summarið er komið, og vit sóknast eftir tænarum til sjarmerandi matstovuna, Katrinu Christiansen. Hetta frá juni til september 2021. Talan er fulltíðarstørv og vikuskiftisstørv.

VIT BJÓÐA
Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi, har tú sleppur at mennast fakliga. Tú verður væl móttikin. Dugnaligir tænarar og kokkar læra teg upp. Tú verður partur av royndum toymi, ið veitir góða tænastu - og dámar væl at hugna sær!

UPPGÁVUR
Tín ábyrgd verður at virka fyri, at gestirnir fáa upplivingar á høgum stigi. Tú skapar hugnaligar karmar og fær fólk at føla seg væl. Eisini fert tú at vegleiða um matarskránna og úrvalið av tí flótandi.


Vit sóknast eftir einum persóni, sum er tænastusinnaður, árvakin og álítandi, og sum veruliga ynskir at geva gestum okkara tað besta.

SETANARTREYTIR
Lønin er sambært gistingarhússáttmálanum. Arbeiðsdagarnir eru skiftandi og spennandi við ymiskum uppgávum. Tú kanst vænta at verða biðin til arbeiðis við stuttum skotbrái.

UMSÓKN
Søk við at senda teldubræv til hr@hafnia.fo. Viðmerk: Tænari til Katrinu Christiansen.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Absalon Lydersen á tel. 239290 ella við at senda honum teldubræv á al@hafnia.fo.

 

Sjarmerandi og søguliga matstovan, Katrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Matarskráin er merkt av spanska tapas-stílinum og fullførd við íblástri frá øllum tí, ið hagar og hav okkara hava at bjóða.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna