Sjálvgreiðslan
Skriva út
Katrina Christiansen
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 24.09.21

Tænarar til Katrinu Christiansen

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænarum til okkara sjarmerandu matstovu Katrinu Christiansen, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðar- og vikuskiftisstørv.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava starvið við síðunar av lesnaði.


Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.

Tú fert at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár ella eldri.

Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn via hr@hafnia.fo.

Okkara matstovuleiðari, Absalon Lydersen, veit meira um starvið. Ring á tlf. 239290 ella send tín fyrispurning til al@hafnia.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna