Sjálvgreiðslan
Skriva út
Angus Steakhouse
Lagt út: 06.04.21
Umsóknarfreist: 24.04.21

Tænarar til Angus Steakhouse

Tá Angus í Klaksvík letur upp í nýggjum hølum væntandi í juni mánaða, hava vit tørv á at víðka um starvsfólkahópin hjá okkum.

Vit leita tí eftir tænarum at arbeiða fulla tíð í skiftandi vaktum.

Sum tænari fært tú ábyrgdina av at taka ímóti gestum, at taka ímóti bíleggingum, at borðreiða mat og drykkjuvørur og at halda matstovuna reina og ruddiliga – alt við einum smíli.

Hjá Angus Steakhouse halda vit, at lykilin til góða kundatænastu eru glað og motiverað starvsfólk.

Tú verður tí partur av einum toymi, har samstarv, samanhald og góð tænasta er í miðdeplinum.

Tað er umráðandi, at starvsfólk okkara duga at arbeiða skipa og til tíðir undir trýsti, og av tí, at vit samskifta nógv við gestir og starvsfelagir í gerandisdegnum, er tað eisini ein fyrimunur, at tú ert sosial/ur og fyrikomandi.

Størvini verða væntandi sett frá 20.05.2021.

Kundi tú hugsa tær at verið partur av tænaratoyminum tá vit flyta í nýggj hølir, kanst tú senda tína umsókn umvegis https://starv.sms.fo/.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir, matstovuleiðara, á 233425 ella á katrin@angus.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna