Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 03.10.19
Umsóknarfreist: 17.11.19

Svimjihøllin søkir eftir einum starvsfólki til kafeteria

Søkt verður eftir einum starvsfólki til kafeteria í Svimjihøllini í Gundadali.
 
ARBEIÐSTÍÐIN ER:
Mánadag, mikudag og fríggjadag 7.00 - 11.00 
Leygardag 9.00 - 18.00
Sunnudag 14.00 - 18.00
Frí triðju hvørja viku  
 
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving og / ella royndir innan matgerð og skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt.
 
Lønin er sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.
 
Umsóknir saman við prógvum og viðmælum skulu sendast til Tórshavnar Kommunu, torshavn@torshavn.fo, freistin er mikudagin 16. oktober 2019.
 
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Gunnar Streymoy á telefon 302072 ella á gunnars@torshavn.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.