Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Dvøljan
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 24.09.21

Starvsfólk til Sunset Boulevard

Í Sunset í SMS hava vit nógv at gera hvønn dag, og leita vit í løtuni eftir starvsfólki bæði til fulla tíð og til parttíð nøkur kvøld um vikuna.

Sum starvsfólk hjá okkum kemur tú at standa við kassan, gera mat og aðrar fyrifallandi uppgávur. Týdningarmiklasta uppgávan hjá okkara starvsfólkum er at geva kundunum eina góða uppliving, so góða, at teir hava hug at koma aftur. Tí er tað umráðandi, at vit átaka okkum tær ymsu uppgávurnar við einum smíli :-)

Talan er um skiftandi vaktir, bæði dag- og kvøldvaktir og annaðhvørt vikuskifti.

Er tað tær vit leita eftir?

Sig okkum hvørjum tú ert áhugað/ur í umvegis leinkjuna https://hr.sms.fo/Vacancy/Index/1121.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rebekku Petursdóttir á telefon 221682.

Ynskiligt er, at tú kanst byrja beinanvegin.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna