Sjálvgreiðslan
Skriva út
Gist & Vist
Lagt út: 25.11.19
Umsóknarfreist: 14.12.19

Starvsfólk til Smyrjibreyðsbúðina

Smyrjibreyðsbúðin leitar eftir starvsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðirnar eru vanliga frá 8-16, men tær kunnu eisini verða skiftandi.

Smyrjibreyðsbúðin veitir klassisk smyrjibreyð út av húsinum, og heldur til í Silo á Vestaru Bryggju 15.
Stórur dentur verður lagdur á at nýta nýggjar og góðar rávørur.

Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri matgerð, arbeiðir sjálvstøðugt og ikki ert bangin fyri at taka ábyrgd.

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til reynhold@silo.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.