Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Smyril-Line
Lagt út: 29.01.20
Umsóknarfreist: 02.03.20

Starvsfólk til reingerðartoymið umborð á Norrönu

Nú várið nærkast og við fleiri ferðandi, hava vit úr at gera umborð. Tí tørvar okkum starvsfólk til okkara reingerðartoymið.

Talan er um fríyrkisstørv, frá fyrst í mars til seinast í oktobur 2020, men við møguleika fyri at leingja setanina.

Er tað tær vit leita eftir?

  • Tú hevur helst royndir við reingerðararbeiði
  • Tín jaligheit er smittandi á tey rundan um teg og er við til at seta dám á felagsskapin
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi og virðir at skapa góða tænastu til okkara ferðandi, við at halda gestaøkir/kømur rein og við at heilsa uppá og hjálpa okkara gestum
  • Tú ert virkin og eftirsíggin, hóast nógv er at gera
  • Tú ert greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum hvønn túrin, í kamar saman við einum starvsfelaga
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum

Vit bjóða
Tú kemur at uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi, har tú dagliga kemur í samband við flestu gestir okkara. Tú verður partur av einum stórum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.

Setanartreytir
Sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip. Les meira um sáttmálan á www.industry.fo.

Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. longri túrar á 4 vikur umborð, stytri túrar- og vikuskiftistúrar. Tú siglur 1:1, sum merkir at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima.

Freist at søkja
Freistin at søkja starvið er 2. mars 2020. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn v.m. til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk “Starvsfólk til reingerðistoymið” í evnisteigin.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ronnie Davidsen ella Rudolfo Castro, leiðarar í reingerðartoyminum, á ahmanager@norrona.fo.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.