Sjálvgreiðslan
P/F Hotel Hafnia
Lagt út: 12.08.19
Umsóknarfreist: 27.08.19

Starvsfólk til reingerð av borðbúnaði og øðrum lutum í køkinum á Hotel Hafnia

Hotel Hafnia sóknast eftir starvsfólki til reingerð av borðbúnaði og øðrum lutum í køkinum. Tú kemur at starvast millum 35 til 40 tímar um vikuna.

Vit bjóða
Títt arbeiðspláss verður á okkara livandi hotelli, mitt í hjartanum av Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi á 4 lærlingum og 12 øðrum kokkum og køkshjálparum.

Tínar uppgávur verða reingerð av borðbúnaði, gólvi og øðrum lutum í køkinum. Harumframt skipan av reingerðini og at seta vaskaða borðbúnaðin og annað á sítt pláss í køkinum.

Tín vangamynd

  • Vit vænta at tú ert tænastusinnað/ur mótvegis tínum starvsfeløgum
  • Tú dugir at skipa og raðfesta uppgávurnar, tá ið nógv er at gera
  • Tær dámar at arbeiða í einum køki og tín arbeiðsgleði smittar av á tey rundan um teg

Freist at søkja
Freistin at søkja er 27. august 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv tú søkir. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Joensen, leiðara í køkinum, á tlf. 233140 ella teldupost jj@hafnia.fo.

Um Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 78 kømrum,5 fundar- og veitsluhølum, lekrum matstovum og hugnaligari kafé.

Í 2018 yvirtók Smyril Line raksturin av Hotel Hafnia.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.