Sjálvgreiðslan
Skriva út
Angus Steakhouse
Lagt út: 06.04.21
Umsóknarfreist: 24.04.21

Starvsfólk til køkin

Tá Angus í Klaksvík letur upp í nýggjum hølum væntandi í juni mánaða, hava vit tørv á at víðka um starvsfólkahópin hjá okkum.

Vit leita í løtuni eftir tær, ið hevur áhuga fyri mati og matgerð.

Tú kemur at starvast í køkinum hjá okkum, og fær ein týðandi leiklut í at geva gestum okkara eina framúr máltíð og eina góða matstovuuppliving.

Vit leita eftir hesum starvsfólkum: 

  • Starvsfólk til køkin at arbeiða fulla tíð
  • Hjálparfólk til køkin at arbeiða 3-4 kvøld um vikuna Fyri øll størvini er galdandi, at stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevni og at tú ert tilvitað/ur um góðsku, reinføri og heilsufrøði.

Tað er umráðandi, at starvsfólk okkara duga at arbeiða skipa og til tíðir undir trýsti, og av tí, at vit samskifta nógv við gestir og starvsfelagir í gerandisdegnum, er tað eisini ein fyrimunur, at tú ert sosial/ur og fyrikomandi.

Útbúgving er ikki eitt krav.

Størvini verða væntandi sett frá 20.05.2021.

Kundi tú hugsa tær at verið partur av køkstoyminum tá vit flyta í nýggj hølir, kanst tú senda tína umsókn umvegis https://starv.sms.fo/.

Eru spurningar til størv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Sally Rasmussen, stjóra, á 233420 ella á sally@sms.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna