Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Smyril-Line
Lagt út: 29.01.20
Umsóknarfreist: 02.03.20

Starvsfólk til køkin umborð á Norrönu

Við trimum stórum matstovum umborð og við nógvum ferðandi, hava vit úr at gera. Hevur tú eldhuga fyri at gera mat og fyri at starvast í einum køki?

Vit sóknast eftir kokkum, einum føðsluatstøðara, einum køkshjálpara, einum bakara/konditara og einum uppvaskara til fríyrkisstørv umborð á Norrönu, við starvsbyrjan í mars 2020.

Tín vangamynd

  • Tú hevur helst útbúgving sum kokkur, føðsluatstøðari, bakari ella konditari
  • Tú hevur helst royndir við at starvast í einum køki og/ella einum bakaríi
  • Hóast nógv er at gera, megnar tú: at borðreiða matin innbjóðandi, at umboða okkum, tá ið tú ert millum gestirnar og tryggja reinføri í øllum tínum gongdum
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi og tín gleði at starvast í einum køki er smittandi á tey rundan um teg
  • Tú er greið/ur yvir at, tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4 vikur hvønn túrin, í kamar við einum starvsfelaga
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum stórum toymi umborð á ferðamannaskipi, ið siglur í fastari rutu í Norðuratlantshavi. Vit hava tríggjar ymiskar matstovur umborð; Simmer Dim, Buffét´in og The Diner. Hesar matstovur eru sera ymiskar, ið merkir at tú hevur møguleika at royna teg á ymiskum økjum.

Harumframt bjóða vit kost og innivist, tá ið tú er umborð. Tá ið frívaktir eru, verður ofta skipað fyri filmskvøldi ella øðrum hugnaligum átøkum.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú starvast umborð í 4 vikur, fært tú eisini løn fyri næstu 4 vikurnar heima.

Starvssetan
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá mars til seinast í oktobur, men møguleiki er at leingja starvssetanina.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 2. mars 2020. Tú søkir størvini við at senda tína umsókn v.m. til starv@smyrilline.fo. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Vinaliga viðmerk í evnisteigin, hvat starv, tú søkir.

Hevur tú spurningar til størvini ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jean Alex Midjord ella Kaj Steffensen, leiðarar í køkinum, á executivechef@norrona.fo.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.