Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kaffihúsið
Lagt út: 27.04.21
Umsóknarfreist: 12.05.21

Starvsfólk til Kaffihúsið eftir skúlatíð og í vikuskiftinum :)

Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymið og harvið hjálpa okkum við framhaldandi at vera yndisstaðið hjá nógvum kafé-gestum?

Vit sóknast eftir fólki eldri enn 18 ár at arbeiða í vikuskiftinum og eftir skúlatíð.

Talan er um barista starv, har tú kemur at starvast við kassan, gera kaffi, umframt lættari matgerð.

Vit vænta av tær, at tú trívist á einum dynamiskum arbeiðsplássi, dámar væl at møta nýggjum fólkum og mentanum, dugur væl at seta gestin í hásæti og er liðilig(ur) í mun til skiftandi arbeiðstíðir.

Royndir innan øki er ein fyrimunur men ikki eitt krav.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at koma oman í Vágsbotn við einari umsókn, ella kann hon sendast á kaffihusid@kaffihusid.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna