Sjálvgreiðslan
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 08.07.19
Umsóknarfreist: 23.07.19

Starvsfólk til Kafeina.

Starvsfólk til Kafeina.

 

Vit leita eftir einum starvsfelaga til Kafeina á Landssjúkrahúsinum. Kanska er tað júst tær vit leita eftir.

Kafein er knýtt at køkinum á Landssjúkrahúsinum.

Sum starvsfólk her, fært tú eitt fjølbroytt starv. Tú skalt, umframt vanliga kundatænastu, taka tær av klárgerð av mati, seta vøru á hyllarnar, innaneftirliti, gera reint, rudda og vaska upp.

Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum og arbeiðssomum starvsfólki, einum starvsfólki, ið er røkið, dugir at samstarva og tolir broytingar.

Tú fært ein livandi og spennandi gerandisdag, saman við virknum og dugnaligum samstarvsfeløgum.

Vit bjóða tær felags innleiðslu fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring á staðnum.

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvbrøkurin er 0,75 og arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og vikuskiftisvaktir.

Starvið skal setast 1. august 2019 ella eftir avtalu.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligan leiðara, telefon 304500, lokal 1260, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23. juli 2019

Vinaliga søk starvið her

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.