Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hotel Føroyar
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 27.10.21

Náttarvørður til Hotel Føroyar

Hotel Føroyar leitar eftir náttarvørði at byrja skjótast gjørligt. Sum náttarvørður hevur tú ábyrgd av, at virksemið á hotellinum um náttina gongur hóvliga fyri seg.   

Arbeiðsuppgávur: 

  • At avgreiða gestir í móttøkuni 
  • At ganga rundtúrar á hotellinum 
  • Náttarkoyring
  • Fyrifallandi arbeiði, so sum at rudda, bera skrell út o.l. 

Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.  

Ljóðar hetta sum rætta starvið fyri teg? So send eina umsókn til tanja@hotelforoyar.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna