Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Hotel Hafnia
Lagt út: 04.06.21
Umsóknarfreist: 25.06.21

Morgunkokkur til Hotel Hafnia

Elskar tú at gera mat og skapa góðar upplivingar? Kom so og verð ein partur av dugnaliga toyminum mitt í hjartanum av Havnini. Vit sóknast eftir einum ágrýtnum starvsfelgi til okkara morgunmatartoymi.

Vit bjóða
Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at mennast fakliga. Tú verður væl móttikin og verður partur av einum dugnaligum toymi av kokkum og tænarum.

Uppgávur
Tú verður við til at tryggja, at gestir okkara fáa eina góða mataruppliving frá tíðliga á morgni. Vit leggja stóra orku í at veita morgunmat við bestu góðsku.


Vit sóknast eftir einum persóni, sum leggur stóran dent á at veita góðar matupplivingar. Tú ert ein morgunfuglur og dámar væl at byrja dagin tíðliga.

Sentanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.

Umsókn

Freistin at søkja er 25. juni 2021.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk við at senda teldubræv til hr@hafnia.fo. Viðmerk “Morgunkokkur”.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Onnu Østerø á tlf. 233147 ella við at senda henni teldubræv á ao@hafnia.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna