Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hotel Brandan
Lagt út: 27.07.20
Umsóknarfreist: 16.08.20

Morgunkokkur til Hotel Brandan

Elskar tú at gera mat og skapa góðar upplivingar? Vit á Hotel Brandan sóknast eftir einum ágrýtnum kokki at starvast í okkara morgunmatartoymi. Kom og ver partur av toyminum í spildurnýggjum umstøðum á grøna og 4-stjørnaða hotellinum.

Vit bjóða
Sum kokkur á Hotel Brandan ert tú við til at tryggja, at gestir okkara fáa eina góða mataruppliving frá tíðliga á morgni. Vit leggja stóra orku í at veita morgunmat við bestu góðsku. Morgunmaturin verður tilreiddur við lokalum og umhvørvisvinaligum rávørum í tann mun tað ber til. Vit baka breyðini og bollarnar sjálvi, og vit leggja okkum eftir at minka um matburturkast. Fyri okkum er tað umráðandi, at gestirnir fáa eina góða byrjan upp á dagin.  

Tín vangamynd

  • Trívist at arbeiða í einum toymi og fellur lættliga í prát við onnur
  • Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
  • Er ein morgunfuglur og dámar væl at byrja dagin tíðliga

Sentanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 16. august 2020. Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda títt lívsrensl og umsókn v.m. til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk “Morgunkokkur til Hotel Brandan”.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Rannvá Beder, køksleiðara á Hotel Brandan, á rb@hotelbrandan.fo ella á tlf. 239240.

Hotel Brandan lat upp 1. juli 2020. Hotel Brandan er eitt 4-stjørnað hotell við 124 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Hotel Brandan er partur av hotell-samtakinum hjá Smyril Line (P/F Hotel Hafnia).

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna