Sjálvgreiðslan
Katrinu Christiansen
Lagt út: 10.07.19
Umsóknarfreist: 28.07.19

Leiðari til Katrinu Christiansen

Dámar tær at taka ábyrgd og hevur tú áður starvast á einari matstovu? Vit sóknast eftir leiðara til okkara sjarmerandi og søguligu matstovu Katrinu Christiansen.

Vit bjóða

Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Tú fær møguleika at leggja tíni fingramerki á dagligu gongdina hjá Katrinu Christiansen og verður partur av leiðslutoyminum.

Uppgávur

Tú fært ábyrgd av dagligu gongdini á Katrinu Christiansen og kemur at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði. Harumframt fært tú ábyrgd av:

  • Vaktarskipanini
  • Tryggja at tað er skil í vøruúrval og innkeyp av vørum til Katrinu Christiansen
  • At finna og seta starvsfólk til toymið, upplæring, starvsvenjing og trivnaður hjá starvsfólki

Tú kemur at hava nógvar ymsar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi.

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, ið hevur lætt við at práta fólk og megnar at veita eina góða tænastu. Tú hevur lætt við at taka ábyrgd í starvsfólkatoyminum og er nærverandi og virkin í tínum gerandisdegi.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært avtalu.

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv tú søkir. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi. Umsóknarfreistin er 28. juli 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Rósu Mariu Restorff á tlf. 212809 ella teldupost rr@hafnia.fo

Um Katrinu Christiansen

Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Kathrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.