Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 01.11.19
Umsóknarfreist: 21.11.19

Køksfólk til køkin á Boðanesheiminum

Køkurin á Boðanesheiminum søkir eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki til setan 20. januar 2020. Arbeiðsuppgávurnar eru planlegging, fyrireiking, mat framleiðsla, pakking, upprudding, uppvask og reingerð.
 
Á Boðanesheiminum eru 57 búpláss, 5 samdøgurðsrehabiliteringspláss og 2 umlættingarpláss umframt eina Virkis- og venjingarstova til 10 heimabúgvandi og húsfólk.
 
Søkt verður eftir einum køksfólki á setanarbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna, ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er 7 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti. Setanin er frá 20. januar 2020 til 31. januar 2021.
 
FØRLEIKAR
  • Føðsluatstøðingur ella líknandi útbúgving
  • Royndir at arbeiða í stórkøki
  • Góð evnir at samskifta í skrift og talu
  • KT-førleika á brúkarastøði
PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR:
  • Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Tolir stórt arbeiðstrýst
  • Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
  • Røkin og arbeiðssamur
  • Fleksibul og tolir broytingar
VIT BJÓÐA:
  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
  • upplæring á staðnum
  • eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráði og Kost og Føðslufelag Føroya ella avvarðandi fakfelag.
 
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Richu Richardsdóttir, telefon 224109 ella á telduposti richa@torshavn.fo
 
UMSÓKN
Umsókn saman við CV skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. november 2019. Viðmerkjast skal: „Køksfólk á Boðanesheiminum“.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.