Sjálvgreiðslan
Skriva út
Katrina Christiansen
Lagt út: 27.04.21
Umsóknarfreist: 16.05.21

Kokkur til Katrinu Christiansen

Hevur tú hug til at gerast partur av okkara sjarmerandi og søguligu matstovu í hjartanum av Tórshavn? Vit sóknast eftir einum kokki, ið hevur áhuga í at vera við til at menna Katrinu Christiansen, og tryggja at støði er á tí hægsta. 

Katrina Christiansen er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

Vit bjóða
Eitt spennandi og nýhugsandi arbeiðsumhvørvið, har tú, í samstarv við høvuðskokkin á Hotel Hafnia, fært møguleikan at verða við til at menna matstovuna. Somuleiðis fært tú møguleikan at menna teg fakliga.

Tú verður væl móttikin og fært dugnaligar starvsfelagar at læra teg upp. Harafturat verður tú ein partur av einum evnaríkum toymi, har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.

Tín vangamynd

  • Tú elskar at gera mat
  • Tú trívist í einum livandi umhvørvi
  • Tú hevur royndir at starvast í einum køki
  • Tú ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 16.05.2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

 

Tú søkir starvið við at senda teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk ”Kokkur til Katrinu Christiansen”

 

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara á Hotel Hafnia, á telduposti ao@hafnia.fo ella á telefon 233147.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna