- Øll Størv (96)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (4)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (3)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (4)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (4)
Kokkur til Angus í Tórshavn
Tá Angus Steakhouse í Tórshavn seinni í vár letur upp í nýggjum hami, hava vit tørv á at víðka um starvsfólkahópin hjá okkum.
Vit ganga høgt uppí, at starvsfólk okkara eru tænastusinnað og góðskutilvitað, og vænta vit sjálvandi eisini hetta av komandi starvsfeløgunum.
Matstovan í Tórshavn hevur altíð verið væl vitjað, bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum.
Afturat matstovuvirkseminum, selja vit nógvan mat út úr húsinum, og verður hetta eisini ein týðandi partur eftir umbyggingina.
Tað er umráðandi, at starvsfólk okkara duga at arbeiða skipa og til tíðir undir trýsti, og av tí, at vit samskifta nógv við gestir og starvsfelagir í gerandisdegnum, er tað eisini ein fyrimunur, at tú ert sosial/ur og fyrikomandi. Vit leita í løtuni eftir einum kokki til fulltíðarstarv frá áleið 1. Mai 2021.
Stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevni og at tú ert tilvitað/ur um góðsku, reinføri og heilsufrøði.
Útbúgving er ikki neyðug, hevur tú áhuga fyri mati og matgerð, ert tú vælkomin at søkja.
Kundi tú hugsa tær at verið partur av køkstoyminum tá vit lata upp aftur, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna https://starv.sms.fo/.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Sally Rasmussen, stjóra, á 233420 ella á sally@sms.fo