Sjálvgreiðslan
Gist & Vist
Lagt út: 05.07.19
Umsóknarfreist: 26.07.19

KOKKALÆRLINGUR TIL HOTEL VÁGAR

Hotel Vágar leitar eftir einum arbeiðssomum kokkalærlingi.

Tú kemur at arbeiða saman við einum sterkum toymi, sum hevur góðar royndir at læra frá sær.

Toymið er samansett av einum kokki, einum slaktara og øðrum lærlingum.

Arbeiðsuppgávur:
• Gera mat til sjálvtøkuborð, veitslur o.a.
• Seta vørur upp á pláss
• Halda køkin reinan og ruddiligan

Sum lærlingur lærir tú m.a.: 
• At hagreiða fisk, kjøt og grønmeti
• At gera pitsur í steinovni
• At baka
• At gera mat frá grundini og á einum høgum støði Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, har ein partur av ella øll skúlagongdin er í Danmark.

Tú fært lærlingaløn sambært sáttmála. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til anna@hotelvagar.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.