Sjálvgreiðslan
P/F Hotel Hafnia
Lagt út: 19.06.19
Umsóknarfreist: 01.08.19

Kokkalærlingur til Hotel Hafnia

Dámar tær væl at royna teg fram í køkinum og vilt tú læra? Nú hevur tú møguleika at taka eina kokkalærlingaútbúgving á Hotel Hafnia í Tórshavn.

Vit bjóða
Títt arbeiðspláss verður á okkara livandi hotelli í hjartanum av Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi á 4 lærlingum og 10 øðrum kokkum og køkshjálparum. Sum lærutíðin líður, fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg á øllum matstovum okkara.

Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing á:

  • Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk vit bjóða á hotellinum
  • Okkara tapas matstovu, Katrinu Christiansen

Tú verður okkara umboð mótvegis gestunum, tá ið tað kemur til at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin. Líka sum tínir starvsfelagir, verður tú eisini við til at halda køkin reinan.

Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært sáttmála. Lærutíðin er millum 3,5 og 4 ár, alt eftir um tú hevur grundskeið.

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur grundskeiðið.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 1. august 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir læruplássið við at senda ein teldupost, við umsókn og møguligum prógvi, til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk í evniteigin: ”Kokkalærlingur til Hotel Hafnia”

Hevur tú spurningar til læruplássið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan Joensen, Chef Manager á Hotel Hafnia, á tlf. 233140 ella teldupost jj@hafnia.fo.

Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 78 kømrum,5 fundar- og veitsluhølum, lekrum matstovum og hugnaligari kafé. Í 2018 yvirtók Smyril Line raksturin av Hotel Hafnia.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.