Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Hotel Hafnia
Lagt út: 08.01.21
Umsóknarfreist: 01.02.21

Kokkalærlingur til Hotel Hafnia

Dámar tær matgerð og droymir tú um at læra meira? Nú hevur tú møguleika at taka eina útbúgving sum kokkalærlingur á Hotel Hafnia. Tú byrjar lærutíðina á Hotel Hafnia, men tú fær møguleika at arbeiða á matstovu okkara Katrinu Christiansen og á okkara nýggja Hotel Brandan.

Vit bjóða
Eitt fjøllbroytt lærupláss á okkara livandi hotelli í hjartanum í Tórshavn. Tú verður partur av einum toymi við fleiri kokkum og køkshjálparum, umframt øðrum kokkalærlingum. Sum lærutíðin líður, fært tú meira ábyrgd og sleppur at royna teg á øllum matstovum okkara.

Tínar uppgávur verða matgerð og borðreiðing á:

  • Restaurant Hafnia og Kafé Kaspar
  • Til brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk, vit bjóða á hotellinum
  • Okkara tapasmatstovu, Katrinu Christiansen
  • Okkara nýggja hotelli, Hotel Brandan

Tú verður umboð okkara til frama fyri gestunum, tá talan er um at borðreiða, fylla upp og kunna gestunum um matin.

Tín vangamynd
Tú hevur áhuga fyri matgerð og er ágrýtin, álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.

Tað er ein fyrimunur - men ikki ein treyt, at tú hevur grundskeið í matgerð.

Setanarteytir
Tú fær lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála. Lærutíðin er millum 3,5 og 4 ár, alt eftir um tú hevur lúkað grundskeið.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 1. februar 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir læruplássið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk í evnisteigin: ”Kokkalærlingur til Hotel Hafnia”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Østerø, á tlf. 233147.

____________________________________________________________________________________________________________Um P/F Hotel Hafnia
P/F Hafnia fevnir um Hotel Hafnia, Katrinu Christiansen og Hotel Brandan. P/F Hotel Hafnia er partur av Smyril Line samtakinum.  Smyril Line rekur farleiðina ímillum Danmark, Føroyar og Ísland við Norrønu og Smyril Line eigur farmadeildina Smyril Line Cargo, sum hevur farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Akranes og Mykines, umframt flutningsfyritøkuna OCD.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna