Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Faroe Origin
Lagt út: 31.10.19
Umsóknarfreist: 23.11.19

Kantinufólk til Faroe Origin

Søkt verður eftir fólki til kantinuna á virkinum hjá Faroe Origin í Saltangará.

Um starvið:
Talan er um fulltíðarstarv, har tú saman við einum øðrum persóni, hevur kantinuna á virkinum um hendi.

Tá full framleiðsla er, starvast 130 fólk á virkjunum.

Dagliga arbeiði fevnir morgunmat og miðmála til fólk við ”rullandi pausum”.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7:30 til kl. 15:30.

Førleikakrøv:
Viðkomandi útbúgving og/ella royndir eru ein fyrimunur.

Vilt tú vita meiri?

Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anitu Sólsker, kantinuleiðara, á tlf 550611.

Umsóknir skulu sendast til irdi@origin.fo.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.