Sjálvgreiðslan
Skriva út
Katrina Christiansen
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 07.10.21

Í læru sum tænari hjá okkum?

Um tær dámar væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu, so er hetta læruplássið kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænaralærlingi til okkara sjarmerandu matstovu Katrinu Christiansen.

Vit bjóða eitt spennandi læruspláss, ið bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum og nógvum øðrum góðum starvsfólki. Undir útbúgvingini lærur tú eitt nú um mat, tænastu og vertskap.

Lærutíðin er umleið 3 ár og 4 mánaðar við skúlagongd í Danmark.

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera.

Ljóðar hetta spennadi, so gleða vit okkum at hoyra frá tær 😊

Send okkum tína umsókn via hr@hafnia.fo áðrenn 7. oktobur 2021. Okkara matstovuleiðari, Absalon Lydersen, veit meira um læruplássið. Tú er vælkomin at ringja á tlf. 239290.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna