Sjálvgreiðslan
Skriva út
Hotel Brandan
Lagt út: 26.09.19
Umsóknarfreist: 17.11.19

Housekeeping-leiðari til Hotel Brandan

Vit søkja eftir einum dugnaligum housekeeping-leiðara til okkara 4-stjørnaða Hotel Brandan, ið verður Føroya fyrsta grøna hotell.

Í hesum starvinum kemur tú at seta í verk mannagongdir sum, umframt at tryggja gestum okkara eitt høgt tænastustøði, esini fær gestirnar at kenna seg vælkomnar.

Uppgávur

  • Tryggja at reingerð av kømrum, hølum, venjingarhøli, goymslum o.ø. er á høgum støði
  • Fáa í lag mannagongdir sum tryggja, at housekeeping-toymið arbeiðir væl
  • Læra upp og geva starvsfólkunum íblástur
  • Ymiskar fyrisitingarligar uppgávur so sum at gera arbeiðsætlanir og keypa inn
  • Luttaka í vikuligum leiðslufundum og vera partur av leiðslutoyminum

Tín vangamynd

  • Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir
  • Tú hevur lætt við at halda yvirlit yvir arbeiði, og tær dámar væl at ganga fremst
  • Tú ert fleksibul og loysir arbeiðsuppgávurnar á ein jaligan hátt
  • Tú ert ágrýtin og trívist í einum livandi umhvørvi
  • Tú dugir at leiða og skapa gott samstarv ímillum starvsfólkini

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjanin verður eftir avtalu.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 17. november 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk ”Housekeeping-leiðari”.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Rógva Mikkelsen, hotelleiðara, á  rm@hotelbrandan.fo ella á tlf 239200.

Hotel Brandan letur upp í mai 2020. Hotel Brandan verður eitt 4-stjørnað hotell við 124 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Hotel Brandan er partur av hotell-samtakinum hjá Smyril Line (P/F Hotel Hafnia).

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.