Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Dvøljan
Lagt út: 11.05.20
Umsóknarfreist: 30.05.20

Hevur tú hug at starvast í Burger King?

Dámar tær at vera partur av einum toymi, hevur tú ein jaligan hugburð, og trívist tú væl, tá nógv er at gera? So er eitt starv hjá Burger King kanska nakað fyri teg. Uppgávurnar hjá okkara starvsfólkum eru fjølbroyttar, og fevna millum annað um at standa við kassan, at starvast í køkinum og úti í matstovuni. Vit leita eftir tær, sum dámar væl at hava beinleiðis samband við gestirnar.

Hví skalt tú velja okkum?

- Tú fært royndir við at arbeiða í toymi.

- Tú fert at læra nógv um gestavinnu.

- Vit bjóða skiftandi arbeiðstíðir.

- Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har gongd er í.

- Tú fært nyttuligar arbeiðsroyndir og hentar førleikar.

Vit leita eftir nýggjum starvsfelagum til parttíðarstarv. Tú skalt vera tøk/ur at arbeiða um kvøldið og í vikuskiftum. Tú skal tosa/skilja føroyskt og/ella danskt. Royndir við kundatænastu er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Ljóðar eitt starv hjá Burger King sum nakað fyri teg, so send eina umsókn til: andreas@burgerking.fo Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja á tlf. +298 233424

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.